Listafólkið: Milja Hanusardóttir

Egin mynd
Listafólkið: Milja Hanusardóttir
Milja vísir tær sínar myndir og greiðir frá, hvat henni dámar at skapa, og hvaðani íblásturin kemur
12.09.2015 - 14:00

List hennara fevnir vítt, og skapar hon alt frá tí vulgera og groteska til tað søta og yndisliga, tá hon teknar. Listafólkið hesa ferð er 25 ára gamla Milja Hanusardóttir, sum býr Tórshavn og lesur til 'goggu' á Námsvísindadeildini á Setrinum.

 

Tað ótilvitaða er kjarnin

- Eg hevði longu funnið blýantin og allar træfarvurnar, tá eg gekk í barnagarði, um 3 ára aldur. Longur aftur er ringt at ferðast. Men eg havi elskað at tekna alla ta tíð, ið eg havi gjørt tað. Har aftrat havi eg eina ógvuliga kreativa familju, ið hevur verið við til at geva mær íblástur á ymiskan hátt.

 

Hjá Milju er listin hugsveimandi, og er tað serliga ein stemningur av tí ótilvitaða, sum henni dámar væl at skapa.

 

- Tá stendur verðin still, og tú sleppur at ferðast inn í annan heim. Tað er tó ikki altíð so lætt, síðan høvdinum dámar væl at tilrættarleggja. Kanska er tað ein samantvinnan av bæði tí ótilvitaða og tí tilrættarlagda, men einki er so kærkomi sum eitt væleydnað óhapp, heldur Milja.

 

 

Listin er ein lívsstílur

Hjá ungu listakvinnuni hevur Íblásturin heldur einki mark og kann koma úr øllum ættum.

- Tað er rættiliga ymiskt, hvaðani íblásturin kemur. Tó haldi eg, at hann oftast kemur úr onkrum, ið fær sinnið í kók, ella úr tí, sum setur hjartað á blot.

 

Heldur enn at gera sær heilt greiðar ætlanir um, hvørja leið list hennara skal ganga, tekur Milja tingini sum tey koma. 

- Listin er fyri meg meira ein lívsstílur enn eitt endamál, sigur unga listakvinnan at enda.

 

Mynd til húsan hjá pápanum, Hanus, og Cantabile

 

 

 

Forsíðan/baksíðan av sangheftinum til brúdleypið hjá mammuni

 

 

Plakat til Heksirnar, ið gongur á Tjóðpallinum í løtuni

 

 

"MÆ til Kærleikan" Ólavsøkuframsýningin 2015

 

 

"Drama Queen" Ólavsøkuframsýningin 2015

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.