- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minn meg líka á: Hvat er ein stjørna?
Vit hava øll sæð tær á náttarhimmalinum, málningum, fløggum og á okkara egnu barnatekningum. Eisini hava eitt ótal av sangum og yrkingum verið skrivaðar um tær. Sjálvandi veitst tú, hvat ein stjørna er. Men veitst tú, hvat ein stjørna er? Nei? Óttast ikki, tí her kemur ein stutt frágreiðing.
Pumba hevði rætt
Minnist tú í Lion King, tá Pumba sigur, at stjørnur eru gass og restin flennir? Well, hann fór ikki skeivur. Í høvuðsheitum er ein stjørna ein risastór, lýsandi kúla úr gassi, oftast hydrogen og helium, ið verður hildin saman við síni egnu tyngdarkraft. Sólin er tann stjørnan, ið er tættast við okkara gongustjørnu, og er eisini tann eina stjørnan, ið vit kunnu taka nærmyndir av.
Stjørnan hevur eina kjarnu, og inni í henni henda nakrar reaktiónir, har atomkjarnir smelta saman og sleppa nógvari orku leysari. Hendan orkan er tann, sum ger, at stjørnan verður glóðheit, og at hon kann lýsa í fleiri milliardir ár.
Sólin
Upprunin hjá eini stjørnu
Eins og vit, so 'føðast' stjørnur, gerast gamlar og doyggja. Stjørnur verða føddar í stjørnutokum, sum eru risastór, køld skýggj úr gassi og støvi. Kendasta stjørnutokan er allarhelst Orion, sum vit síggja á himmalhválvinum um náttina, tá veðrið er gott.
Skíggini svinna undir teirra egnu tyngdarkraft og fara til endans sundur í smáar trunkar. Hvør trunkur verður síðani so heitur og tættur, at ein kjarnureaktión byrjar, sum skapar hita. Tá hitin kemur upp á 10 milliónir gradir celcius, verður trunkurin ein stjørna.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |