- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hildu klokkan var ein bumba
14 ára gamli næmingurin Ahmed Mohamed úr Irving, Texas, bleiv í gjár handtikin á skúla sínum eftir at hava tikið eina heimagjørda digitala klokku við sær í skúla, sum hann ætlaði at vísa læraranum.
Lærari meldaði hann til løgregluna
Fleiri lærarar høvdu ringt til løgregluna, tí tey mistonktu klokkuna fyri at vera eina bumbu. Ahmed hevur síðani greitt frá, at hann elskar at uppfinna og byggja ting og hevði tikið klokkuna við sær, tí hann vónaði at lærarunum fóru at dáma hana.
Heimagjørda, digitala klokkan
Ahmed vísti fleiri fólkum klokkuna og fortaldi teimum, hvat tað var, og hvussu hann hevði gjørt hana. Men heldur enn at hugtaka lærararnar, so gjørdust fleiri skelkaðir, og Ahmed bleiv sostatt handtikin skuldsettur fyri at hava gjørt eina falska bumbu at ræða fólk við.
Ahmed verður handtikin
Stórur stuðul á alnótini
Tað gjørdist tíbetur skjótt greitt, at talan ikki var um eina bumbu, men tilburðurin verður hildin at vera eitt greitt dømi um rasismu, tí at Ahmed ætlaði ikki at ræða nakran og royndi at fortelja øllum, sum vildu lurta, at hetta einans var ein heimagjørd klokka.
Hendingin hevur sostatt birt eina sterka reaktión frá almenninginum. Hashtaggini #IStandWithAhmed og #NotABomb og myndir av fólkum, ið posera saman við klokkum, hava florerað allastaðni á alnótini, tí at fólk ynskja at vísa 14 ára gamla dronginum stuðul.
Eisini hevur amerikanski forsetin Obama viðmerkt tilburðin og hevur bjóðað Ahmed ein túr yvir í hvíta húsið, umframt at Hilary Clinton og Mark Zuckerber, forstjórin í Facebook, hava víst sín stuðul.
Óttast ikki at vísa, hvat tú dugir
Eftir at hann bleiv leyslatin, hevur Ahmed eisini sjálvur viðmerkt hendingina.
- Eg vóni, at eg fái møguleikan at hjálpa øðrum, ið hava verið í eini líknandi støðu. Lat ikki onnur broyta tann tú ert og óttast ikki at vísa, hvat tú dugir, hóast tað kanska fær avleiðingar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |