Syriza vann valið í Grikkalandi

Syriza vann valið í Grikkalandi
Alexis Tsipras, floksformaður, sigur, at stríð og strev er fyri framman, og ongar gandaloysnir eru
 
21.09.2015 - 09:52

Flokkurin á vinstravonginum, Syriza, vann tjóðartingsvalið í Grikkalandi í gjár. 

Syriza fær 35,47 prosent av atkvøðunum, og andstøðuflokkurin, Nýtt Demokrati, fær stuðul frá 28,09 prosentum. Størsti flokkur fær, eftir grikskum reglum, 50 sessir aftrat í tjóðartinginum, sum hevur tilsamans 300 sessir.

Men nú er boðskapurin hjá Syriza ein annar enn eftir valsigurin í januar.

Tá segði flokkurin, at samráðast skuldi av nýggjum um avtalurnar við altjóða kreditorarnar. Nú vil flokkurin seta í verk avtalurnar við kreditorarnar í ES, Altjóða gjaldoyragrunnin, IMF, og evropiska miðbankan, ECB.

Sita í fýra ár

- Hetta verður ein stjórn, sum fer at sita í fýra ár við stórum meiriluta, og sum fer at seta í verk nýskiparnir, sum lovað, sigur Olga Gero-vassili, talskvinna fyri Syriza.

- Vit fara at halda fram við samráðingunum við lánsveitararnar. Hetta er byrjanin upp á stríðið, sigur hon, og sipar til komandi tingingar um, hvussu nýskipanirnar skulu setast í verk.

Alexis Tsipras, formaður fyri Syriza, ávaraði í takkartalu síni í gjárkvøldið grikkar um, at stríðog strev er fyri framman, og ongar gandaloysnir eru. 

- Men vit fara at verja tey sosialt veiku, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083