Fleiri enn 20 vilja vera stjóri í Føroya Tele

Fleiri enn 20 vilja vera stjóri í Føroya Tele
Starvið verður sett fyri 1. november, upplýsir nevndarformaðurin Ómar Svavarsson
Kristian Davidsen, sum hevur verið stjóri á Føroya Tele seinastu níggju árini, fer á nýggjárinum í starv hjá Tele-Post í Grønlandi
 
22.09.2015 - 07:47

Føroya Tele fekk nakrar og tjúgu umsóknir til starvið sum stjóri í samtakinum.

Ómar Svavarsson, nevndarformaður, sigur við Útvarpið, at allir umsøkjararnir eru føroyingar.

Nevndin viðger nú umsóknirnar, og kunngjørt verður fyri 1.november, hvør fær starvið, sigur Ómar Svavarsson.

Føroya Tele søkti tann 11.august eftir stjóra. Umsóknarfreistin var til 4.september.

Kristian til Grønlands

Føroya Tele skal hava nýggjan stjóra, tí Kristian Davidsen, sum hevur verið stjóri seinastu níggju árini, hevur fingið starv sum stjóri í Tele-Post í Grønlandi. 

Hann fer úr stjórastarvinum i Føroya Tele í seinasta lagi nýggjársaftan.

250 fólk arbeiða hjá Føroya Tele og dótturfeløgunum.

2014 var besta árið hjá Føroya Tele higartil, úrslitið var 58,3 milliónir kr. eftir skatt. Landið eigur partafelagið Føroya Tele.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424