The Mirror Men geva fyrsta staklagið út

The Mirror Men geva fyrsta staklagið út
Føroyski bólkurin, The Mirror Men, mannaður av Akseli Tórgarð og Sigmundi Zachariassen, er aktuellur við nýggjum staklagi og lyricvideo
26.09.2015 - 10:00

Í dag hevur TUTL givið fyrsta staklagið hjá larmandi, unga bólkinum The Mirror Men út. Samstundis hevur bólkurin eisini sjálvur lagt eitt lyricvideo til lagið á youtube.

 

Staklagið kallast 'Out of Tune' og er eitt buldrandi rock lag, sum vil nakað. Tað verður útgivið á sjey tumma singulplátum, sum verða settar til sølu í Tutl handlinum á Káta Horninum í dag. Á plátuni eru eisini b-síðu uppøkurnar av ”Tea is Served”, umframt eini akustiskari útgávu av ”Out of Tune” við eini munn-harmoniku intro. 

 

Bólkurin er mannaður av Akseli Tórgarð á trummum og Sigmundi Zachariassen á gittara og vokalum. Hóast hetta er fyrst staklagið, hevur bólkurin nøkur ár á baki, har hann serliga gjørdi um seg í 2011, tá ið hann endaði á 2. plássi í Sement finaluni og taldist millum nøvnini á G! Festivalinum.


 

Lurta eftir lagnum niðanfyri

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.