Cosplaystevna í Havn

Cosplaystevna í Havn
Hevur tú áhuga fyri Cosplay, ella ynskir tú at vita meira, hvat tað snýr seg um? 16. - 18. oktobur fært tú høvi til hetta, tá Kira Kira Con verður hildin í Eysturskúlanum
29.09.2015 - 12:45

'Cosplay' er ein stytting fyri costume play og merkir í stuttum, at tú gert og letur teg í búnar við íblástri frá figurum úr tekniserium, anime, telduspølum og úr filmum. Hóast cosplaystevnur verða hildnar kring allan heimin, so hevur einans ein tílík stevna verið í Føroyum fyrr.

 

Hátíðarhalda japanska mentan

Kira Kira Con er tí næsta cosplay stevnan av sínum slag í Føroyum, og verður hetta ein stevna, har tað serliga er tann japanska tekniseriumentanin, ið er í hásætinum. 

 

- Endamálið við at halda stevnuna er at samla fólk í Føroyum við hesum áhuganum og at geva øðrum møguleikan at fáa eitt betri innlit í henda stuttliga og forvitnisliga heim, sigur Alex Palmquist Poulsen, ið er ein av fyriskiparunum.

 

Búnar, list og kappingar

Umframt at fólk fara at vísa sínar búnar fram og at skipa verður fyri fleiri kappingum, so fara nøkur listafólk at hava framsýningar, og verður tað møguligt hjá øðrum áhugaðum listafólkum at melda seg til á staðnum. Stevnan endar við, at ein animedansur verður framførdur

 

Ynskir tú at vita meira um Cosplay, ella at taka lut í stevnuni, so verður Kira Kira Con í Eysturskúlanum í Tórshavn, Nám X,  tann 16. til 18. oktobur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.