- Peningur má setast av til kt í skúlaverkinum

- Peningur má setast av til kt í skúlaverkinum
Tøknin er har og føroyski skúlin er búgvin. Nú má peningur setast av til kt í føroyska skúlaverkinum, heldur lærari á Strondum
Nú vantar bara, at peningur verður settur av og markaður til talgilda menning, heldur André F. Danielsen, lærari og telduvørður í Stranda skúla
 
06.10.2015 - 08:54

- Tøknin er har, og føroyski skúlin er búgvin. Nú vantar bara, at peningur verður settur av og markaður til talgilda menning. Tað staðfestir André F. Danielsen, lærari og telduvørður í Stranda skúla, í samrøðu við Skúlablaðið.

Stranda skúli var millum fyrstu skúlarnar í landinum, sum keyptu teldlar til allar sínar næmingar í 2011. Teldlarnir verða brúktir sum samskiftis-, lesi- og skriviamboð.

- Nú hava vit roynt teldlar í nøkur ár, og tað er eingin ivi hjá okkum, at tøknin gevur okkum møguleika at hava enn betri undirvísing, sigur André F. Danielsen við Skúlablaðið.

Eftirlýsir politiska kt-visjón

André F. Danielsen heldur, at Nám átti at fingið eina ávísa upphædd at menna nógv meiri talgilt tilfar, men tað skuldi eisini verið eitt krav, at ein partur verður boðin út, tí nógvir dugnaligir kt-mennarar eru aðrastaðni enn á Námi.

Hann eftirlýsir eisini ein politiska kt-visjón, sum sæst aftur í fígging, og at lærarar og skúlar fara at viðgera - ikki, um vit skulu hava talgildan skúla - men hvussu vit fáa best burtur úr talgilda skúlanum.

Seinni í hesum mánaðinum skipar Nám fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri øllum lærarum í skúlaverkinum um skúlan í netverkssamfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974