Fyrsta kvinna á Risanum

Mynd © privat
Fyrsta kvinna á Risanum
Summarið er av, og heystið er komið. 23 ára gamla Ragna í Geil hevur tó eitt heilt serligt summarminni, tí hon var í summar fyrsta kvinna at klintra upp á Risan, sum stendur við síðuna av Kellingini Norðan fyri Eiðiskoll
07.10.2015 - 09:30

- Pætur ringdi til mín seint kvøldið fyri og segði, at hann og Øssur høvdu avtalað at klintra upp á Risan dagin eftir, og at eg skuldi komið við teimum. Pætur hevði tosað um tað leingi og royndi at yvirtala meg við, at so fór eg at verða fyrsta kvinna at klintra upp á toppin.

 

Ivasom um fráferð
- Fyri mær virkaði tað ógviliga veruleikafjart at klintra upp á 71 metra høga drangin. Eg fór tó til Havnar úr Nólsoy um kvøldið fyri at hava longri umhugsunartíð. Tá eg so hevði pakkað mær reip, klintriskógvar, seðlar, hjálm og matpakka – ja, so kundi eg tað sama fara avstað.

 

Tað tók einar fimm-seks tímar at klintra niðan á, greiðir Ragna frá. Hetta var tí, at tey vóru trý og máttu klintra í trimum umførum, tí reipið var bert 60 metrar.

 

Nervar
- Eg var ræðuliga nervøs. Tá eg koyrdi úr túninum, fann eg ikki telefonina. Komin niðan í Gundadal uppdagaði eg, at hon lá á takinum á bilinum. Harumframt koyrdi eg einar 200-300 metrar við hondbremsuni uppi, eftir at vit høvdu fylt bensin á bilin á vegnum.

 

- Eg haldi ofta, at tankin um at gera okkurt er nógv verri enn veruliga at gera tað. Men tankin var eisini tað, sum var mest spennandi í mun til hendan túrin.

 

- Vit vórðu førd út við báti, men so skjótt, vit høvdu klintrað upp um 10 metrar, hevði eg ikki nervar longur. Eg hugsaði als ikki um, um tað vóru 10 metrar niður, ella um tað vóru 60, tí dettur tú, so er tað sum so líkamikið.

 

Túrurin upp
Øssur var fremstur. Hann klintraði fyrst, og so klintraðu hini bæði ein og ein upp til hansara, áðrenn hann klintraði víðari.

 

- Smekkfult av nátum lógu á rókunum, og teir spýðu á hann. Eg haldi tó ikki, at hann varð raktur av ólekkru, gul-brúnligu spýggjuni, sum mest líkist lýsi. Teir goystu eisini eftir mær, men har kom einki, tí búkurin var longu tómur. 

 

Klintringin var ikki so torfør fyrstu 50-60 metrarnar. Tað niðasta hevði brimið reinsað, og veggurin skránaði inneftir, umframt at har eisini vóru stórar røkur at standa á og taka í. Seinasta pettið var tó torført at klintra, tí veggurin skránaði úteftir, og knappliga kundi tú standa við grótinum í hondini. Av tí at teir báðir vóru undan Ragnu, máttu teir ansa væl eftir ikki at grýta nakað oman.

 

 

Toppurin

- Vit ótu matpakka millum havhestaungarnar og lundaholurnar har uppi. Breyð við føroyskum viðskera smakkar altíð best úti í náttúruni. Eg hevði tá skift til skógvar við píkum fyri at vera tryggari á toppinum.

 

- Meðan vit soleiðis sótu við beinunum dinglandi útav, ringdi tannlæknastovan og segði, at eg hevði havt eina tíð fyri 15 minuttum síðani.

 

- Vit tóku nakrar myndir og løgdu út á sosialu miðlarnar – 3G sambandið á Risanum er super. Eisini komu nakrir mans á vatnskutarum framvið og róptu við: “Halt kjaft, har stendur onkur á toppinum. Hvussu eru tey komin har upp?”

 

Ragna og klintring
Ragna byrjaði veruliga at klintra, tá hon í 2011 var á málskeiði í Fraklandi. Áðrenn tað hevði hon tó lært eitt sindur av teknikki í ítrótti á miðnámsskúlanum.

 

- Eg eri uppvaksin niðri og havi altíð klintrað í trøum. Sum barn hentaði eg súrepli og bygdi mær holur í trøunum, og tað kemur mær til góðar nú.

 

- Áðrenn túrin upp á Risan hevði eg tó ikki klintrað hægri enn 25 metrar. Eg hevði lært teknikkin til at klintra hægri og í fleiri reipslongdum, men Risin er kanska ikki júst rætta staðið at repitera á.

 

Ragna greiðir eisini frá, at hon sum barn gekk til skoyting og plagdi at hyggja at teimum, sum klintraðu, tá hon koyrdi framvið ávegis til skoyting.

 

- Eg hevði nokk betur tímað at klintrað, men eg var so smæðin og kendi ongan, sum klintraði.

 

Fyrsta kvinnan á Risanum
- Fyri meg snúði tað seg tó ikki so nógv um at vera fyrsta kvinnan á Risanum, men heldur ikki at vera tann seinasta. Eg hevði ikki verið farin, um Pætur ikki sannførdi meg um, at eg væl kláraði at klintra upp á Risan. Eg helt bara, at sterkir menn kundu klintra so torførar teinar, men vónandi kann tað, at eg eisini kláraði tað, sannføra aðrar kvinnur um, at tær eisini kunnu.

 

- Eg hevði avgjørt farið aftur ein sovorðnan túr. Tað er nakað heilt annað at vera úti og klintra enn at vera inni á einum klintriveggi. Fríska luftin og frælsiskenslan av at vera umgirdur av havi eru heilt serlig. Vit royndu at sleppa upp á Kellingina eisini, men har er grynri og so lítið landøki niðast. Tó royna vit aftur næsta ár. Kanska tað fer at eydnast betur við gummibáti.

 

Klintring í Føroyum

- Tað er feitt at klintra í Føroyum, men tað er ringt at klintra, tá tað regnar, so klintring í Føroyum er mest um summurini. Tó haldi eg meg hava hoyrt, at klintrifelagið arbeiðir við at fáa eina innandurahøll, so tað verður møguligt at klintra í Føroyum alt árið.

 

Tað er stórur áhugi fyri klintring millum føroyingar, vísir Ragna á, og tað eru eitt nú nógvir føroyingar, sum klintra í Keypmannahavn. Sjálv er Ragna júst flutt til Lund í Svøríki, har hon hevur sett seg í samband við onnur klintriáhugað.

 

- Sum nýbyrjari er tað týdningarmesta ikki at gera nakað býtt og ikki at fara avstað uttan at hava lært teknikk og so framvegis. Klintrifelagið skipar á hvørjum summari fyri skeiðum í klintring, har tú kanst læra alt, tær tørvar at vita.

 

Føroyingar, sum hava áhuga fyri klintring, kunnu seta seg í samband við Klatrifelag Føroya á faroeclimb.com.

 


Á túrinum vóru, umframt Ragnu í Geil, Øssur Debes Eiriksfoss og Pætur Jørðdal Niclasen.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.