9 venjingarráð

nike.com
9 venjingarráð
Hvat eiga vit at hugsa um, áðrenn vit byrja at venja? Vit hava funnið 9 góð ráð, sum kunnu gera tína venjingarbyrjan lættari
14.10.2015 - 14:45

Legg eina ætlan

Og fylg henni! Ikki hugsa “eg fari at venja onkuntíð eftir arbeiðstíð. Eg finni útav tí seinni,” tí so fert tú ikki. Set eitt tíðspunkt og far tá.

 

Finn tær onkran at venja saman við

Óansæð um tað er ein vinkona, starvsfelagi ella mamma tín, er tað altíð stuttligt at venja saman við einum øðrum. Tit motivera hvønn annan, og so er kjansurin at steðga eisini munandi minni.

 

Vel heilsumiðstøðina við umhugsni

Tryggja tær, at tær dámar umstøðurnar og fólkini. Um tú gongur onkrastaðni, har tú heldur, at fólkini altíð eru óblíð, ella at hýrurin er keðiligur, er møguleikin, fyri at tú steðgar við at venja, nógv hægri, enn um tær dámar umstøðurnar, tú venur í.

 

Royn ymiskar venjingar

Um tú heldur, at tað er simpulten nakað so rotið at renna á einum rennibandi í 20 minuttir og síðani sita á onkrum maskinum og venja vøddarnar hjá tær, átti tú kanska at roynt teir ymsu liðtímarnar, ið heilsumiðstøðirnar bjóða. Tekna teg til teir liðtímarnar, ið ljóða spennandi og nakað fyri teg.

 

Fá vegleiðing

Um tú venur styrkivenjing, átti tú at spurt starvsfólkini, hvussu tú brúkar maskinurnar rætt. Starvsfólkini vilja heldur enn gjarna hjálpa tær. Hetta minkar um vandan at fáa skaðar.

 

Keyp tær nøkur feit venjingarklæðir

Hetta er sjálvandi ikki galdandi hjá øllum ... men hjá flestu av okkum er tað eitt sindur meira spennandi at fara handan rennitúrin, um tú hevur keypt tær einar nýggjar feitar renniskógvar.

 

Ikki missa mótið

Um tú ert byrjað/ur at venja, tí tú gjarna vilt tapa teg ella fáa eina mega væltrenaða rumpu, skalt tú ikki missa mótið, hóast tú ikki sært úrslit eftir tær fyrstu fáu vikurnar. 

 

Hvíld er líka umráðandi sum sjálv venjingin

Okkara kroppur hevur brúk fyri hvíld. Fyri at uppbyggja vøddar er neyðugt at hava støðg ímillum venjingarnar. Nøkur siga, at ein dagur er nokk, nøkur viðmæla tríggjar.

Eitt ráð, ið mann fær at vita frá flestu styrkivenjarum er: jú tyngri styrkivenjingin er, jú longri restituering/hvíld.

 

Et og sov rætt

Um endamálið er at klænka ella at uppbyggja vøddar, verður tú eisini noydd/ur at eta heilsugóðan og varieraðan kost. At fáa nokk av svøvni er eisini eitt must, um tú ætlar at síggja úrslit.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.