- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoymligt HOYMA í Gøtu
Tíggju húski hava í kvøld latið sítt heim upp fyri tónleikarum og lurtarum.
Eivør hevði fyrstu hoymligu konsertina í stúgvandi fullari stovu í Syðrugøtu, meðan Niels og Eilin høvdu fyrstu konsertina í Norðragøtu.
Fólkini eru mong, og stovurnar lítlar. Millum ælini tuska fólk frá húsi til hús og frá konsert til konsert. 20 konsertir eru í tíggju ymiskum stovum. Summir vertir bjóða tær ein snaps í durinum og biðja teg so vinaliga skriva í gestabókina, áðrenn tú fert víðari inn at fáa tær ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. Síðani setir tú teg væl til rættis í stovuni og kanst njóta eina deiliga og hoymliga stovukonsert.
Eftir konsertina tuska summi avstað til næstu konsert, meðan onnur fáa sær ein kaffimunn aftrat og nýta høvið at práta við tónleikaran ella húsfólkið. Her føla øll seg HOYMA.
Myndir: © Hanna Vang
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |