HOYMA í stovuni við Eivør

HOYMA í stovuni við Eivør
Maðurin leggur armin um konuna. Smágentan á gólvinum leggur hond upp undir kinn. Eg siti í mínum egna hugaheimi, inntil eg knappliga smekki høvdið aftur í lampuskermin, sum førir meg heimaftur í stovuna hjá Ólavi og Katrini
25.10.2015 - 22:30

- Vit mugu skunda okkum oman til Katrina og Ólav, um vit skulu hoyra Eivør. Har byrjar longu at fyllast, hoyrist millum manna í hugnaligu húsunum Valhøll, har fyrireikararnir hava sett borð upp og nátturðan á borðið. Hetta minnir akkurát um eina konfirmatión. Eina ómetaliga hugnaliga konfirmatión.

 

 

Vit skunda okkum eisini oman til Katrina og Ólav. Summi lata seg úr skónum, onnur fáa sær bláar posar um skógvarnar, meðan Ólavur í inniskóm bjóðar tær ein durasnaps.

 

- Nei takk, bilurin er við, tíverri.

 

- Jamen, gestabókina kanst tú í øllum førum skriva í, sigur verturin.

 

 

Í køkinum er borðreitt við øllum góðum. Øl og vín fæst eisini afturvið, um mann vil sløkkja sær tostan.

 

Hóast klokkan ikki er nógv, so er stovan nærmast full. Alt er tikið í brúk. Sofan, stovustólar, køksstólar, krakkar og gólvið við. Vit sita, sum best ber til.

 

 

Eg fái eitt pláss einastaðni mitt í stovuni. Eg veit ikki ordiliga, hvussu eg skal sita. Ein lampa hongur nakað lágt, so eg í heilum smekki meg í. Antin má eg sita við høvdinum boygdum frameftir, ella bara sita við høvdinum undir skermurin. Ein hattur.

 

Tað er ein heilt serstøk sjarma, at vit sita í eini stovu heldur enn einum sali. Meðan tú bíðar, kanst tú hyggja at bókahillini, pyntinum í vindeygakarminum ella familjumyndum, ið prýða veggirnar.

 

 

Stovan er full, og nøkur mugu venda við í trappunum og finna sær eina aðra konsert ístaðin. Í stovuni hjá Katrini og Ólavi er heitt og fjálgt, meðan aldusuð frá gøtusandi hoyrist gjøgnum opnu vindeyguni.

 

Eins og aldurnar kemur Eivør sveimandi inn í stovuna, ið hevur glett seg at spæla HOYMA í Gøtu.

 

- Eg byrji við einum sangi frá fløguni ehh, Bridges. Eg eri í ørviti. Eg havi givið so ólukksáliga nógvar fløgur út í ár, vita tit. Morning Song.

 

Vit flenna. Eivør sipar til útgávurnar Bridges, sum kom út í februar fyrr í ár, og Slør, sum júst er komin út á marknaðin. Í hesum sambandi hevur Eivør útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í kvøld, sunnudagin 25. oktober.

 

Við gittara og vøkrum sangi romantiserar Eivør alla stovuna. Her er ikki tørvur á ljóðteknikara ella hátalarum. Natúrligi klangurin fyllir alla stovuna. Aldusuð hoyrist í bakgrundini. Ein telefon ringir. Eitt kamera klikkir. Fólk lata seg úr heitu jakkunum.

 

- Eg havi skrivað mær forskelligt hemmiligt aftan fyri á gittaranum, so eg veit, hvat eg skal siga og spæla. Nú fari eg at syngja á føroyskum - á góðum gøtumáli. Eg voyt.

 

Vit sita í okkara egna heimi. Maðurin leggur armin um konuna. Smágentan á gólvinum leggur hond upp undir kinn. Eg siti í mínum egna hugaheimi, inntil eg knappliga smekki høvdið aftur í lampuskermin, sum førir meg heimaftur í stovuna hjá Ólavi og Katrini.

 

Vit fáa ein brellbita av nýggju fløguni hjá Eivør.

 

- Nýggja fløgan snýr seg um at finna veg og sítt pláss í lívinum. Lagið, Røttu skógvarnir, snýr seg um, at tað er ringt at finna skógvar. Eisini hjá mær. Eg brúki so sjáldan skógvar. Náh, eg havi ikki spælt hendan so ofta einsamøll. Nú verður spennandi.

 

Sangarinnan hevur ikki fingið nógv pláss á stovugólvinum, men tað forðar henni ikki at dansa og svinga við gittaranum. Eivør er bæði livandi og hugtakandi.

 

 

- Bíða, hvat stendur nú her á gittaranum? Tekur nakar tíð forrestin? Eg sleppi ikki at spæla meira enn 45 minuttir.

 

- Tað er nakað heilt serligt og sárbært at spæla í Føroyum - og serliga hoyma í Gøtu í stovuni hjá fólki. Tað er heilt fantastiskt. Ná, eg skal hava mína ukulele nú. Tað er ikki lov at lúra aftan fyri gittaran, sigur hon við mannin í stólinum, sum sleppur at halda gittaranum, meðan Eivør spælur kærleikssangin, Petti fyri petti.

 

At Føroyar, Syðrugøta og familjan fylla nógv í hjartanum hjá Eivør, er eingin ivi um. Sangin um Elisabet Mariu og Elinborg syngur Eivør sjálvandi eisini. Hetta er so vakurt og inniligt. Tárini trilla. Onkur snýsir sær. Og konan leggur høvdið móti bringuni á manninum.

 

- Í sanginum er Elinborg lítil og søt. Nú er hon ikki lítil meira – bara søt.

 

Í summum versiónum av lagnum syngja Elinborg og Elisabet Maria kór. Í kvøld hevur Eivør lokkað Elinborg at syngja tvey løg saman við sær. Tað er ómetaliga hugaligt at síggja tær báðar syngja saman.  Tær syngja um at byggja brýr. Brúgv og kúgv bendist eins, upplýsir hon okkum.

 

 

Seinasti sangurin hjá teimum báðum er If I Needed You, sum Eivør sang saman við Bill Bourne á sinni. Byrjanin kiksar eitt sindur, men Eivør steðgar bara. Sigur seg altíð gera sama feil og byrjar so aftur. Vit halda tað vera fínt. Her er einki press, og einki skal vera perfekt. Hetta er ein deilig og heimlig stovukonsert.

 

Eivør spælir í meira enn loyvdu 45 minuttirnar, men tað leggja vit ikki petti í. Lógvabrestirnir runga um alt húsið. Vit klappa leingi. Longri enn vit plaga, tá vit vilja hava eitt eykalag til eina konsert. Vit klappa og klappa. Eivør kemur aftur.

 

- Nú stendur einki aftanfyri á gittaranum. Eg veit ikki, hvat eg skal gera, sigur hon ovfarin og rósar okkum fyri klappingina.

 

Eivør er kortini ikki tóm fyri ráðum. When I Think of Angels er seinasta lagið hjá Eivør heima í stovuni hjá Katrini og Ólavi.

 

Katrin og Ólavur hýstu umleið 80-100 fólkum í stovuni, tá Eivør spældi. Summir gestir spelaðu avstað til næstu konsert, meðan aðrir góvu sær stundir at práta eina løtu aftrat í stovuni. 

 

Myndir: © Hanna Vang

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.