Snapchat Dagføring: Nú eigur Snapchat tínar myndir

Snapchat Dagføring: Nú eigur Snapchat tínar myndir
Væl umtókta appin gav í vikuni eina nýggja dagføring út, ið gevur henni meira vald yvir tínum myndum
01.11.2015 - 14:00

Tað, sum á sinni gjørdi, at Snapchat bleiv væl umtókt, var, at myndirnar, ið tú sendi til aðrar brúkarar, blivu slettaðar, tá nøkur fá sekund vóru farin. 'Delete is our Default' var høvuðspolitikkurin hjá teimum, sum við øðrum orðum merkir: 'vit strika alt'.

 

Les Eisini: Snapchat Leiðvísari: Soleiðis skalt tú tulka tíni Snaps

 

Tú eigur ikki tínar myndir

Nú hevur fyritøkan gjørt eina dagføring, ið gevur henni ognarrætt yvir tínum myndum og ger, at Snapchat kann goyma og brúka myndirnar altíð. 

 

Fyri at dagføringin skal gerast galdandi, mást tú játta, at tú hevur lisið og góðtikið dagføringarnar. Tað seinna av hesum hevur tú allarhelst longu gjørt, um tú kortsíðani hevur dagført Snapchat, og tú enn kanst taka myndir við tí. 

 

Tað ber nemliga ikki til at brúka appina longur, um tú ikki játtar, at tú hevur lisið og gótikið nýggja 'Privacy Policy & Terms of Service' hjá Snapchat, og hetta hevur øst fleiri fólk.

 

Les eisini: Snapchat Dagføring: Veitst tú, hvat smileyið merkir?

 

Ikki fleiri WC-myndir

Nógv hava nýtt Snapchat til at senda myndir, ið tey annars ikki tora at leggja út á Facebook og Instagram, (m.a. myndir har tey sita á kummuni, gera grimassu, og í flóvisligum støðum) og fleiri tora nú ikki longur at nýta appina. 

 

Góðtekur tú dagføringina, so gevur tú m.a. Snapchat loyvi til at goyma, vísa, brúka, broyta, almannakunngera og býta myndirnar út, júst sum teimum lystir. 

 

Hetta merkir tó ikki, at Snapchat fer at brúka myndir tínar til nakað sum helst, men tó er hetta eitt sindur ørkymlandi fyri eina fyritøku, sum hevur promoverað seg sjálva sum ein 'privat' amboð til at deila sínar myndir.

 

Hvat heldur tú um dagføringina? Ætlar tú tær at halda á fram við at brúka Snapchat?  

 

Kelda: Quartz

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.