- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samrøður um Tónleik
Nýggja tiltakið Samrøður um Tònleik er ætlað øllum teimum, ið hava áhuga fyri tónleiki, og sum fegin ynskja at hoyra meira um tankarnar, ið liggja aftan fyri tann tónleikin, vit hoyra.
Tiltakið, ið Fuglafjarðar Kvøldskúli og Mentanarhúsið skipa fyri, er ein fyrilestrar- og samrøðurøð, har Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, fer at práta við ymsar tónleikarar, sum onkursvegna hava sett síni spor í føroyska tónleikaheimin. Umframt samrøðurnar verður eisini okkurt lag at hoyra.
Regluligt tiltak
Tiltakið verður fimm ferðir í vetur og miðað verður eftir, at hetta verður fyrsta hóskvøld í mánaðinum. Fyrsta kvøldið verður í Mentanarhúsinum í morgin, 5. novembur kl 20:00, har Knút fer at tosa við Kára Sverrason um innsavnan og nýtslu av siðbudnum tónleiki í Føroyum.
Hini kvøldini verða:
3. desember kl 20:00
7. januar kl 20:00
4. februar kl 20:00
3. mars kl 20:00
Enn er skráin ikki løgd fyri øll kvøldini, men til ber at fylgja við á facebook síðuni.
Kostnaðurin fyri alla røðina er 200 kr, men tú kanst eisini gjalda 50 kr hvørja ferð, um tú ikki fært komið til øll kvøldini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |