Down Syndrome bólkur hevur bergtikið Finnland

Down Syndrome bólkur hevur bergtikið Finnland
Pertti Kurikan Nimipäivät er navnið á punk bólkinum, ið næstan vunnu Eurovision. Ein heldur øðrvísi bólkur, har allir limirnir hava Down Syndrome
05.11.2015 - 22:30

Pertti Kurikan Nimipäivät, ella PKN, komu heilt til semi finaluna, áðrenn teir vórðu sendir heim úr Eurovision kappingini fyrr í ár. 

 

Frá stuðulstiltaki til frímerkir

Teir byrjaðu at spæla saman til eina vælgerandi verkstovu fyri menningartarnað í 2004 og góvu út sítt fyrsta tilfar í 2009. Ein sangur teirra var við í einum finskum filmi, sum virkaði til, at teir fingu so nógv uppmerksemi.

 

Tað, ið serliga rakar beint á hjá finnum, er, at PKN hava ein boðskap, sum snýr seg um Down Syndrome, men hava blandað hann við rokkuta punk hugburðin, har ið mann skítir á, hvat ið onnur siga ella hugsa. 

 

Teir gjørdust at enda so kendir, at ein dokumentar varð gjørd um bólkin. Sí filmslýsingina her.

 

Bólkurin var so væl dámdur í Finnlandi, at Posti, postverkið, heiðraði teir við at gera frímerkir, ið avmynda teir.

 

Bólkurin luttók í finsku Eurovision kappingini fyri at varpa ljós á fólk við Down Syndrome og vann ein stóran sigur, sum førdi teir víðari til altjóða kappingina.

 

Her sært tú framførsluna til semi finaluna, sum tíverri ikki fekk PKN á fyrsta plássið.

 

Kelda: dangerousminds.net

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.