- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjúnabandslógin kemur fyri tingið áðrenn jól
Nógv umrøða og kjak hevur verið um hjúnabandslógina seinastu árini, og tað gjørdist tískil eitt stórt evni til hetta løgtingsvalið. Tað eru tær fýra - Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn, ið leggja uppskotið fram fyri tingið.
Hóast uppskotið varð felt seinasta løgtingsval, er tað nógv, ið bendir á, at tað hesa ferð verður samtykt. Les eisini: Hjúnabandslógin bleiv ikki broytt
Bjørt Samuelsen sigur við in.fo, at uppskotið væntandi kemur fyri tingið í næstu viku, men í øllum førum áðrenn jól. Orsøkin til longu bíðitíðina er, at umsitingin hevur havt úr at gera við hetta mál. Á in.fo greiðir Bjørt frá, at talan er um, at tey einans ynskja at seta nakrar av donsku dagføringunum inn í føroysku hjúnabandslógina, men ikki allar.
Sum skilst fingu uppskotsstillararnir notatið frá umsitingini týsdagin og hava síðani tá umrøtt málið sínámillum og avgjørt at leggja tað fram fyri tingið, sum tað fyriliggur nú.
Kelda: In.fo
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |