Lítil ivi longur, bumba var í russiska flogfarinum

Lítil ivi longur, bumba var í russiska flogfarinum
Avlurtaðar samrøður millum yvirgangsfólk og svørtu kassarnir beina burtur allan iva, vissan er 99,9 prosent
Flogfarið datt niður eftir at hava verið góðar 20 minuttir á flogi.
 
08.11.2015 - 10:07

Alsamt meira bendir á, at ein bumba var um borð á russiska ferðafólkaflogfarinum, sum datt niður 23 minuttir eftir fráferð úr Sharm el-Sheik floghavnini í Egyptalandi leygardagin í síðstu viku.

Sambært tíðindastovuni CNN eru leiðandi embætisfólk í amerikansku fregnartænastunum og hermegini rættuliga sannførd.

- Vit kunnu siga við 99,9 prosenta vissu, at ein bumba var umborð, sigur eitt embætisfólk við CNN.

Avlurta samrøður

Bretskar og amerikanskar fregnartænastur hava sporað og lurtað eftir samrøðum millum fólk hjá yvirgangsfelagsskapinum ISIS á Sinainesinum og fólk hjá felagsskapinum í Raqqa í Sýria. Og hesar samrøður styrkja ástøðið um, at talan var um eina bumbuatsókn.

Fregnartænasturnar hava samanborið hesar samrøður við tað, sum hendi umborð á Airbus A321 flogfarinum lagnuminuttirnar. Og sambært CNN eru samrøðurnar millum ISIS-fólkini rættuliga neyvar í so máta. 

Fyrstu kanningar av svørtu kassunum frá flogfarinum benda á tað sama. Sambært altjóða fjølmiðlum siga álítandi keldur tætt við serfrøðingarnar, sum kanna svørtu kassarnar, at á upptøkunum hoyrist ein spreinging. Ei heldur er nakað tekin um tøknilig brek umborð. 

Egyptisku myndugleikarnir hava higartil ikki vilja váttað, at ein bumba var orsøkin til flogvanlukkuna, har 224 fólk lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373