Samráðast enn um nýggjar sáttmálar

Samráðast enn um nýggjar sáttmálar
Lønardeildin er í løtuni í samráðingum við fleiri fakfeløg um nýggjar sáttmálar. Enn er kortini eingin sáttmáli klárur at undirskriva
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum samráðist í løtuni við fleiri fakfeløg, ið hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, um nýggjar sáttmálar
 
10.11.2015 - 11:26

Nú ein mánaður er farin, síðani Lønardeildin og Starvsmannafelagið gjørdu tvey ára sáttmála tann 12. oktober, eru ikki fleiri sáttmálar undirskrivaðir við fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Snorri Fjalsbak, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at í løtuni eru samráðingar við BLF, handverkarafeløgini, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelagið, Kost- og føðslufelagið og Skipara- og navigatørfelagið.

Samráðingarnar við Pedagogfelagið eru partvís saman við Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Lønardeildin hevur sáttmála við 26 fakfeløg og harafturat sjey avtalur við tænastufólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762