IS hevur tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini

IS hevur tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini
Sagt verður, at tað vóru átta brøður í skottryggum vestum, sum lupu á útvald støð í hjartanum í franska høvuðsstaðnum
 
14.11.2015 - 11:47

Fráboðanin er skrivað og lisin bæði á fronskum og arabiskum.

Fleiri forsætisráðharrar hava fordømt yvirgangsatsóknina og alment givið til kennar, at Frakland kann vænta sær stuðul. 

Undantaksstøða er lýst í Frakland í dag, eftir at 129 fólk vóru myrd av yvirgangsfólkum í einari skipaðari yvirgangsatsókn. 

Ósek vóru skotin á fimm ymiskum matstovum í franska høvuðsstaðnum. Meinast rakt var Bataclansentrið, har  fýra yvirgangsmenn drupu 80 fólk, sum vóru til rokkkonsert hjá amerikanska bólkinum Eagles Of Death Metal.

Tríggir yvirgangsmenn sprongdu seg sum skilst sjálvar í luftina í álopinum, og hin fjórði var skotin av fronsku løgregluni.

Átta yvirgangsmenn eru dripnir av fronsku løgregluni, men tað er enn ikki vist, um allir yvirgangsmenninir hava latið lív, ella um onkur er sloppin til rýmingar.

Sambært BBC eru 200 onnur særd. Og fyri løtu síðani bórust tíðindini um, at 99 av teimum særdu enn eru í lívsvanda. 

Atsóknin í Paris í gjár er tann næsta í Paris í ár og tann deyðiligasta yvirgangsatsóknin í Evropa síðani atsóknina í Madrid í 2004. 

- Tað, sum hendi í Paris í gjár og í Saint Denis, nærhendis leikvøllinum Stade de France, var ein krígsgerð og við tí í huga, mugu vit taka tær neyðugu avgerðirnar.

Jiahidistiski Yvirgangsfelagsskapurin Daesh, gjørdi hetta móti Fraklandi og móti teimum virðunum, sum vit verja allastaðni runt verðina, og ímóti tí, vit eru. Eitt frælst land, sum hevur týdning  í allari verðini. 

Hendan krígsgerðin var fyrireikað, skipað uttanifrá við hjálp frá fólki í Fraklandi. Hetta er ein fullkomiliga barbarisk gerð. Sum er nú hava 127 fólk latið lív. Segði Francois Hollande millum annað á tíðindafundi í morgun. Hann lýsti samstundis landasorg í Fraklandi í 3 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373