Torført at fáa yvirlit yvir veiðiloyvir

15.11.2015 - 15:18
Innlendis›Vinna
Torført at fáa yvirlit yvir veiðiloyvir
Tað verður eitt stórt upptak í Fiskimálaráðnum, at fáa yvirlit yvir hvar øll veiðiloyvi eru, og at steðga sølu av teimum, sigur landsstýrismaðurin

Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá hann í Løgtinginum svaraði undanmanni sínum, Jacob Vestergaard.

Jacob Vestergaard spurdi, hvussu nógvir handlar hava verið við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi, síðani Høgni Hoydal tók við hálvan september.

Eitt skip er selt við veiðiloyvi, og fýra veiðiloyvi eru flutt millum skip, segði Høgni Hoydal. Jacob Vestergaard fegnaðist um, at einki er broytt í Fiskimálaráðnum, tí tað gagnar vinnuni best.

Høgni Hoydal segði, at tað tekur tíð at taka alt upp í ráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860