Jørgen afturvaldur sum formaður

Jørgen afturvaldur sum formaður
Floksleiðsla Fólkafloksins hevur júst afturvalt Jørgen Niclasen sum formann í Fólkaflokkinum
Jørgen Niclasen er júst afturvaldur sum formaður í Fólkaflokkinum. Ein strævin tíð liggur fyri framman eftir valósigurin, veiku støðuna í miðstaðarøkinum og ósigurin hjá honum í landsrættinnum í tollmálinum
Mynd: Rólant Waag Dam  
 
21.11.2015 - 13:12

Nú beint fyri landsfundin, sum Fólkaflokkurin heldur í dag, hevur floksleiðslan valt Jørgen Niclasen aftur sum formann.

Nógv órógv og ónøgd hevur verið í baklandinum í seinastuni, tí fólk í flokkinum fílast á, at trúvirðið hjá formanninum er skalað eftir dómin í landsrættinum, har Jørgen Niclasen ikki fekk viðhald í, at tað er ærumeiðandi at siga, at hann í síni tíð sum stjóri í P/F N. Niclasen hevur snýtt í tolli, brotið tollógina, turkað rokningina av upp í Skipafelagið og økt munandi um vandan fyri fíggjarligum missi fyri landskassan av tí sama.

Samstundis hava somu atfinnandi røddir ásannað, at einki alternativ er í verandi tingmanning til Jørgen Niclasen sum formann í flokkinum. Og royndirnar at fáa Anniku Olsen upp í aftur tingmanningina hava ikki eydnast - higartil í øllum førum.

Í løtuni er floksleiðslan og limir í Fólkaflokkinum á landsfundi, har Jørgen Niclasen, formaður leggur sína ársfrágreiðing fram. Síðani fáa tingfólkini orðið, og so verður orðið frítt. Dyrnar eru læstar fyri fjølmiðlunum og almenninginum annars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952