Pensjónistar kenna seg ikki tryggar

27.11.2015 - 12:16
InnlendisSamfelag
Pensjónistar kenna seg ikki tryggar
Fólkapensjónin skal fáa frið, sigur Landsfelagið hjá pensjónistum, sum hevur boðsent øllum limafeløgum til fundar í næstu viku

Pensjónistar er ovfarnir av ætlanini hjá landsstýrinum at lækka grundupphæddina í pensjónini.

Landsstýrið ætlar sambært lógaruppskoti hjá Almannamálaráðnum at spara slakar 52 milliónir krónur við at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini.

Men størri útgjald úr Samhaldsfasta skal gera, at fólkapensjónistar ikki verða verri fyri, tvørturímóti, ætlar Almannamálaráðið.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu gjalda meiri í Samhaldsfasta, so hann kann gjalda 800 kr. meira um mánaðin út næsta ár. Men pensjónistarnir kenna seg kortini ikki tryggar.

Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagi pensjónista sigur, at politikararnir varða av fólkapensjónini, men Samhaldfasti er ein annar kassi, sum arbeiðsmarknaðurin ræður yvir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537