Moska við flagtekju

Moska við flagtekju
Moskan, sum skal byggjast í Reykjavík, skal hava flagtak. Tað er greitt, eftir at vinnarin av arkitektakappingini um at byggja mosku er avdúkaður
Vinnandi uppskotið
Mynd: vísir.is  
 
01.12.2015 - 07:49

Arkitektarnir Gunnlaugur Stefán Baldursson og Pia Backmann vunnu kappingina. 

Teirra uppskot er, at bygningurin verður 8,5 metrar høgur við 18,5 metrar høgum torni, og bygningurin skal hava flagtak. Bygningurin verður 640 fermetrar stórur og í tveimum hæddum. Endamálið við útsjóndini er at sameina íslendskan byggisið við muslimska.

Í 2013 avgjørdi býráðið í Reykjavík at geva Muslimska felagsskapinum øki at byggja á í Sogamýru. Nógv hava funnist at avgerðini, tí tey stúra fyri, at moskan gerast grundarlag fyri islam-radikalisering, og at hon fer at gera óbøtandi broyting í býarmyndini í Reykjavík og í íslendska samfelagnum.

Skelkaður forseti
Og nú leikar aftur hart á í kjakinum, eftir at íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, boðaði frá at hann var skelkaður av at frætta, at stjónin í Saudi-Arabia fer at stuðla byggingini við einari miljón dollarum. 

Inn komu 63 uppskot til nýggja mosku í Reykjavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364