- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú ansar honum, hann ansar bróstunum
Niðanfyri eru nøkur ‘tips’, sum vísa á, hvussu brósthaldarin skal viðfarast.
1. Í øllum brósthaldarnum er ein vegleiðandi merkiseðil, ið vísir, hvussu hann skal vaskast. Summir kunnu vaskast í vaskimaskinuni, meðan aðrir skulu vaskast við hond.
2. Svart og hvítt skal vaskast hvør sær, somu reglur eru galdandi fyri brósthaldarar – minst til, hvat mamma plagdi at siga!
3. Ikki koyr push-up brósthaldarar í turkitrumluna, men lat teir torna á snórinum.
4. Skúmið í teimum oyðilegst nemliga, um tú koyrir teir í trumluna.
5. Goym teir í eini skuffu, soleiðis at skálin á tí aftara liggur inn ímóti skálini á tí fremra. Soleiðis halda teir sær í tí rætta skapinum.
6. Ikki brúka tann sama brósthaldaran fleiri dagar á rað. Syrg fyri at hava fleiri, soleiðis at tú nærum dagliga kanst skifta ímillum.
7. Tann reglan, ið er mest umráðandi, er at lata seg í brósthaldaran á rættan hátt. Hygg her og syrg samstundis fyri, at tú letur teg rætt í hann.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |