Haruveiðan roynist illa í ár

Haruveiðan roynist illa í ár
Tað hevur gingið sera illa í hond at skjóta haru í vetur. Higartil í ár eru bara skotnar góðar 1.400 harur, bert ein brotpart av veiðuni í 2014
Haruveiðan í ár roynst sera illa í mun til somu tíð í fjør, tá útivið fýra ferðir so nógv hara var skotin í Føroyum
 
11.12.2015 - 07:38

Veiðan higartil í ár er fleiri ferðir minni enn somu tíð í fjør, tá stívliga 5.000 harur lótu lív fyri byrsuni. Tað sigur Eyðfinn Magnussen, ið tekur sær av at skráseta haruveiðina í Føroyum.

Vánaliga veiðan er at síggja um alt landið. Eisini í stóru harubygdunum. Í Vestmanna fingu tey í fjør 1.120 harur, men higartil í ár hava tey bara fingið 145 harur.

Í Sørvági er veiðan eisini lakari enn í fjør. Har skutu tey 553 harur í fjør, men bara 133 higartil í ár. Talið á túrum er eisini nógv minkað. Higartil eru bara 162 túrar skrásettir, men í fjør vóru 547 túrar.

Ringa veðrið ávirkar veiðuna

Orsøkin til vánaligu haruveiðina er ringa veðrið í november og desember. Haraftrat er eisini minni til av haru í ár orsakað av ringa veðrinum, sum var fyrst í árinum, sigur Eyðfinn Magnussen.

Hann metir kortini, at haruveiðan hevur verið sindur frægari enn tølini, sum higartil eru fráboðað, vísa, tí summi bíða við at skráseta til harutíðin er liðug.

Eyðfinn Magnussen heldur eisini, at tey, sum skjóta haru, hava verri hug at boða frá tá veiðan er lítil, sammett við góðu túrarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Leygardag 28. februar
Morgunlestur leygardagur 28.februar 2026
204600
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735