Hálv millión í jólagávu til sperdar familjur

Hálv millión í jólagávu til sperdar familjur
Løgtingið helt tað vera so umráðandi at hjálpa fíggjarliga sperdum familjum, at vikið varð frá øllum tíðarfreistum og geva Barnabata hálva millión
Løgtingið vil, at øll skulu hava nóg nógv á jólum.
 
12.12.2015 - 10:29

Løgtingið hevur einmælt samtykt at játta Barnabata 500.000 krónur at lata fíggjarliga sperdum familjum ein styrk til jóla.

Tingfólk úr flestu flokkum løgdu uppskotið um eykajáttan fram.

Tey vístu á, at bæði samgonga og andstøða vilja hava eina serliga skipan fyri fíggjarliga sperdar barnafamiljur, so børnini ikki liva í fátækraváða, við teimum avmarkingum og avleiðingum, sum tað hevur hevur.

Nýggj skipan næsta ár

Eitt lógaruppskot um at hjálpa barnafamiljum er í løgtinginum til viðgerðar í løtuni. Men tann skipanin kemur ikki í gildi fyrr enn næsta ár. 

Tey, sum komu við uppskotinum um eykajáttan, siga, at á jólum, meira enn nakrantíð, merkja børnini í fíggjarliga sperdum familjum avleiðingarnar av at vera í fíggjarligari trongstøðu, og tí verður eykajáttanin latin Barnabata, sum veitir jólahjálp.

Øll 27, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri uppskotinum. Vikið varð frá øllum tíðarfreistum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213