Hevur søkt um at royna málið í Hægstarætti

Hevur søkt um at royna málið í Hægstarætti
Formaðurin í Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur biðið Procesbevillingsnævnet um loyvi at royna tollmálið í Hægstarætti
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður, hevur biðið Procesbevillingsnævnet um loyvi at royna tollmálið í Hægstarætti
 
17.12.2015 - 08:46

Danski advokaturin, René Offersen, hevur gjøgnumgingið málið, og hann hevur vegna Jørgen Niclasen biðið um loyvi at fáa málið í Hægstarætt, skrivar vp.fo

René Offersen sigur í umsóknini til Procesbevillingsnævnet, at málið eigur at verða roynt í Hægstarætti, tí tað hevur prinsipellan týdning, og at "sagen i øvrigt har væsentlig samfundsmæssig rækkevidde for det færøske samfund," sum han málber seg.

SÍ EISINI - Tí skal málið roynast í Hægstarætti

Jørgen Niclasen stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, Jan Lamhauge, journalisti, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaksjónsleiðara á Portalinum, fyri ærumeiðing og vann í Føroya rætti.

Tíðindsfólkini kærdu dómin til Landsrættin, sum gav av teimum viðhald. Í landsrættinum varð Jørgen Niclasen eisini dømdur at rinda 376.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Rene Offersen upplýsir, at Christian Andreasen, advokatur, sum var sakførari hjá Jørgeni Niclsen í Føroya rætti og landsrættinum, hevur kært avgerðina um sakarmálskostnaðin til Hægstarætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087