Nú skal loftrúmið á føroyskar hendur

27.12.2015 - 15:24
InnlendisPolitikkur
Nú skal loftrúmið á føroyskar hendur
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer nú undir at fyrireika arbeiðið at yvirtaka loftrúmið frá donskum myndugleikum
Landsstýrið fer nú undir at yvirtaka loftrúmið frá donskum myndugleikumFlogfør rinda eitt ávíst gjald fyri at koma í og fara úr ymiskum loftrúmum og eisini fáa myndigleikarnir pengar fyri tilbúgving,

Sambært landsstýrismanninum skal yvirtøkan av loftrúminum fremjast í tveimum stigum. Tann fyrsta stigið er umsitingin av beinleiðis flogferðslu á Føroyar. Tað er henda partin, sum landsstýrið nú fer at leggja lunnar undir.

Hin parturin er umsiting og eftirlit við loftferðslu, sum fer yvir Føroyar - og tað verður yvirtikið seinni.

Flogfør rinda eitt ávíst gjald fyri at koma í og fara úr ymiskum loftrúmum og eisini fáa myndigleikarnir pengar fyri tilbúgving, og á tann hátt fíggjar yvirtøkan seg sjálv.

Føroyar fáa tó ment nakrar førleikar og sleppa undan at rinda øðrum fyri arbeiði, ið vit sjálvi kunnu gera, sigur Poul Michelsen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360