Flogferðaseðlarnir verða bíligari í 2016

Flogferðaseðlarnir verða bíligari í 2016
Hóast flogferðaseðlarnir í 2015 hava verið bíligari enn undanfarnu ár, verða flogferðaseðlarnir enn bíligari í 2016, sigur Jóhanna á Bergi
Tað verður bíligari at flúgva við Atlantic Airways í 2016, sigur stjórin í felagnum
 
31.12.2015 - 18:30

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at arbeitt verður við eini menning, soleiðis at flogferðaseðlarnir í 2016 gerast bíligari.

Tað er ikki bert í Føroyum, at prísurin lækkar. Ole Stouby, stjóri á Travelmarket, sigur, at flogferðaseðlarnir verða bíligari í Evropa næsta ár.

Ole Stouby vísir nevniliga á, at vit fara at síggja eina príslækking uppá 10 prosent á flogferðaseðlum í 2016, skrivar politiken.

2015 metgott hjá Atlantic Airways

Atlantsflog hevur havt eitt metár í ár við 30.000 fleiri ferðafólkum og einum vøkstri uppá 13 prosent samanborið við 2014.

Stjórin í Atlantsflogi, sigur, tað eru fleiri orsøkir til góða úrslitið í 2015. Millum annað eru fleiri føroyingar, sum arbeiða uttanlands, og føroyingar ferðast eisini meira.

Harumframt sæst eisini ein ferðafólkavøkstur, sum eru nakrar av orsøkunum til metgóða árið hjá Atlantic Airways.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341