Ivi og veikleiki fara at eyðkenna heimsbúskapin

Ivi og veikleiki fara at eyðkenna heimsbúskapin
Gongdin í USA og Kina verður avgerandi fyri búskapargongdina, heldur Altjóða gjaldoyragrunnurin
Altjóða gjaldoyragrunnurin í Washington stúrir fyri heimssbúskapinum.
 
01.01.2016 - 15:37

Ivi og veikleiki fara at eyðkenna búskapargongdina í heiminum í 2016.

Tey eru boðini frá stjóranum í Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, Christine Lagarde, nú um ársskiftið.

Útlitini í árunum, sum koma, eru heldur ikki so góð sum ynskiligt er, tí framleiðslan er lítil, fólk gerast eldri, og fíggjarkreppan gjørdi nógv um seg.

Tað er neyðugt, at amerikanski pengapolitikkurin kemur í eina trygga legu, og at gongdin í Kina um brúksvøkstur heldur fram. Men tað má gerast við skili, sigur stjórin í IMF.

Vandin er, at rentan í USA kann hækka meira, og tá Kina samstundis hevur afturgongd, kann tað gera heimsbúskapin sárbæran.

Vøksturin í altjóða handlinum er minkaður nógv, og prísurin á rávøru er lækkaður, sigur Lagarde.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373