Veitst tú, hvat varð mest googlað í 2015?

Veitst tú, hvat varð mest googlað í 2015?
Nú árið 2015 er farið aftur um bak, hevur Google kunngjørt, hvat fólk kring heimin hava leitað mest eftir. Vita, um tú klárar at gita okkurt av teimum fimm best umtóktu leitingunum, áðrenn tú avdúkar tað
02.01.2016 - 15:00

Veitst tú ikki, hvussu mann bindur slipsaknút ella hvør Taylor Swift er? Googla tað! Leitimaskinan finnur næstan alt.


Í 2015 hava fólk googlað sum ongantíð áður. Tó er okkurt, sum er googlað meir enn annað, og tað kemur møguliga óvart á summi, hvør toppskorarin er. Talan er um fyrrverandi kurvabóltsleikaran Lamar Odom. Tað, ið hevur fingið so nógv fólk at googla Lamar Odom, er, at hann varð funnin uttan vit í einum skøkjuhúsi í Nevada eftir eina yvirdosis av narkotika. Harafturat er hann giftur við Khloé Kardashian og er tí við í reality-seriuni “Keeping up with the Kardashians”.

 

Næst á listanum er Charlie Hebdo. Ja, hvør minnist ikki ræðuleikarnar í Paris tann 7. januar fyri skjótt einum ári síðan, tá redaktiónin hjá skemtiblaðnum Charlie Hebdo varð álopin. 12 vórðu dripin og 11 særd, eftir at tveir menn stormaðu inn í redaktiónina við riflu.  

 

Nummar trý á listanum er spælið Agar.io, ið snýr seg um at stýra eini kyknu. Endamálið er at fáa so nógvan massa sum gjørligt við at slúka aðrar smærri kyknur uttan at verða svølgd sjálv.

 

Filmurin Jurrasic World er tað fjórðmest leitaða. Amerikanski science-fiction filmurin er tann fjórði av The Jurrasic Park seriuni.

 

Tað fimta og seinasta á listanum er Paris. Býurin, ið varð raktur av terror tann 13. november. Sjálvmorðsbumbur og niðurskjóting endaðu við, at 219 fólk lótu lív og fleiri blivu særd.
ISIS hevur tikið ábyrgd av álopunum, og teir hevda, at tað var ein hevndaratgerð fyri fronsku luftálopini á ISIS í Syria og Irak.

 

Sjónleikarin Robin Williams, sáli, toppaði listan yvir tað mest leitaða á Google í 2014.

 

Keldur: Google Trends

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.