Kvinna hildin fangi í bunkara í Svøríki

Kvinna hildin fangi í bunkara í Svøríki
Ein maður er skuldsettur fyri at hava doyvt eina kvinnu, neyðtikið hana og hildið hana sum fanga í ljóðtøttum rúmi í eina viku
Svenska løgreglan hevur almannakunngjørt myndir frá ræðslurúminum
 
18.01.2016 - 17:49

38 ára gamal svenskur lækni er skuldsettur fyri at hava doyvt eina kvinnu, neyðtikið hana og hildið hana sum fanga í ljóðtøttum rúmi handan 32 cm tjúkkar betong-veggir. Tað skrivar tv2.no.

18. september í fjør kom maðurin sjálvur saman við kvinnuni inn á løgreglustøðina í Norrmalms í Stokholmi.

Løgreglan heldur, at hann vildi fáa enda á leitingini eftir kvinnuni, skrivar Aftonbladet. Men á løgreglustøðina greiddi kvinnan frá, hvat var hent, og maðurin varð tí handtikin.

Sambært blaðnum, hevur svenski læknin fyrireikað seg í eina viku, og kvinnan varð hildin fangi í eina viku.

Doyvdi við rohypnoli

Tað var í september í fjør, at 38 ára gamli maðurin fór inn í heimið hjá kvinnuni í Stokholmi og doyvdi hana við jarðberum, sum vóru fylt við rohypnol. Síðani metur løgreglan, at hann hevur neyðtikið kvinnuna, áðrenn hann koyrdi hana út í bilin hjá sær í einum koyristóli.

Meðan tey koyrdu frá Stokholmi til Skåne skal hann fleiri ferðir hava givið kvinnuni innspræningar við soviheilivági.

Drúgvar fyrireikingar

Fyri fimm árum síðani bygdi maðurin eina maskinhøll í einum skógi uttanfyri Kristianstad í Skåne. Inni í høllini hevði hann gjørt eina ljós- og ljós-isoleraðan bunkara. Rúmið var læst við fleiri-dupultum trygdarhurðum við loynilásum.

- Endamálið við bygningum var at hava fólk avbyrgd í longri tíðarskeið uttan at nakar varnaðist tað, stendur í kanningarskjølum, sum Aftonblaðið endurgevur burtur úr.

Løgreglan kannar, um maðurin hevur havt aðrar ætlanir um at burturflyta persónar hagar, sigur ákærin, Peter Claeson, við Aftonbladet, eftir at ákæran varð lisin upp.

Maðurin hevur játtað, at hann burturflutti kvinnuna, men hann noktar fyri at hava neyðtikið hana.

Svenski-Fritzl

Enn er ikki greitt, nær rættarmálið kemur fyri í rættinum.

Løgreglan hevur almannakunngjørt myndir frá húsinum og garðinum rundan um bygningin. 

Aftonbladet hevur nevnt 38 ára gamla mannin fyri Svenski-Fritzl, eftir eysturríkaranum, Josef Fritzl, sum í 2009 varð dømdur fyri at hava hildið dóttir sína sum fanga í einum kjallara í 24 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424