Bankabygningurin fongdur við soppi

Bankabygningurin fongdur við soppi
Lekar og blámusoppur eru í gamla bygninginum hjá BankNordik í Húsagøtu, sum ætlanin er skal hýsa politistøðini
Lekar og blámusoppur eru orð, sum standa oftari enn tvær ferðir í støðulýsingini, sum varð skrivað eftir at bygningurin hjá BankNordik varð kannaður
 
27.01.2016 - 20:35

Lekar og blámusoppur eru orð, sum standa oftari enn tvær ferðir í støðulýsingini, sum varð skrivað eftir at bygningurin hjá BankNordik varð kannaður í fjør summar, tí Tórshavnar kommunu skal selja hann.

Hóast Bygningsstyrelsen í fjør summar fekk at vita, at bygningurin, sum keypast skuldi frá Tórshavnar kommunu til politistøð, var fongdur við nógvum brekum, hevur statsstovnurin skrivað undir treytaða keypsavtalu.

Gjóstur, lekar, fuktur og blámusoppur eru afturvendandi orð í frágreiðingini um standin í gamla bygninginum hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn. Heldur ikki var brunatrygdin nóg góð í bygninginum.

Frágreiðingin dagfest í juli

Tórshavnar kommuna, sum er í ferð við at selja danska statinum bygningin, bað HMP Consult kanna bygningin. Tað varð gjørt. Frágreiðingin er dagfest í juli í fjør.

Og har eru nógvar viðmerkingar um millum annað blámusopp í ymsum stigum og lekar. Býráðið keypti bygningin frá BankNordik í mai 2013 fyri 40 milliónir krónur.

Hvørki Tórshavnar kommuna ella Bygningsstyrelsen vilja upplýsa prísin á 30 ára gamla bankabygningunum í Húsagøtu og grannastykkinum, so leingi keypsavtalan er treytað av góðkenning frá Fíggjarnevndini í Fólkatinginum.

Kenna ikki til frágreiðingina í bankanum

Heldur ikki ber til at fáa at vita, um kommunan er noydd at selja bygningin fyri minni enn 40 milliónir krónur soleiðis sum standurin er.

Sum skilst var eingin so neyv kanning gjørd í bygningunum í Húsagøtu, áðrenn kommunan keypti hann frá BankNordik í 2013.

Í BankNordik vita tey einki um nakra slíka frágreiðing, sigur Árni Ellefsen, forstjóri. Vanliga fær seljari eina støðulýsing, eina tilstandsrapport, gjørda, tá hús ella bygningar skulu seljast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804