Sí brellbitan: Al Jazeera vísir film um grindadráp

Sí brellbitan: Al Jazeera vísir film um grindadráp
Enn ein filmur um grindadráp í Føroyum verður nú vístur á eini stórari, altjóða sjónvarpsrás. 220 milliónir fólk í 100 londum kunnu síggja filmin
Al Jazeera English-rásin, ið fleiri enn 220 milliónir fólk í 100 londum, kunnu síggja, vísir um eina viku filmin The Archipelago, ið snýr seg um grindadráp
Mynd: Skíggjamynd úr The Archipelago/Vimeo  
 
09.02.2016 - 17:19

Fransmaðurin, Benjamin Huguet, hevur verið í Føroyum og gjørt dokumentarfilmin The Archipelago, ella Oyggjaflokkin, sum hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir.

Filmurin varpar ljós á, at hóast Føroyar eru eitt framkomið samfelag, hava vit varðveitt aldargamla tilknýtið til náttúruna - millum annað við at drepa grind, hóast stórt trýst uttaneftir.

Greinin heldur fram niðanfyri

Omanfyri: Brellbiti úr The Archipelago

- Uttan at fordøma, megnar filmurin meistarliga at lýsa ráa, blóðiga grindadrápið og hugtakandi føroyska landsslagið, søgdu ummælarar, tá filmurin kom út í fjør.

Filmurin, The Archipelago, verður at síggja næsta mikudag á Al Jazeera English-rásini, ið fleiri enn 220 milliónir fólk í 100 londum um allan heimin síggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV