- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frank in a Phonebox ger aftur um seg!
Nám X var byrjanin
Frank in a Phonebox er mannaður av fimm evnaríkum harrum. Teir møttust á tónleikabreytini í Nám X í 2011 og gjørdu her av at byrja ein bólk.
Teir eru:
- Hjalti Bogason Støylen, sangari
- Hallur við Skipá, bass
- Hjørtur Háberg, trummur
- Pætur Jákupsson, gittar
- Sámal Rasmusen, gittar
Nýliga verið í studio
- Vit vóru so hepnir at sleppa í studio Bunkaran, sum Benjamin Petersen og Mikael Blak eiga og reka. Løgini verða givin út í løtuni, og nøkur teirra eru at hoyra á Youtube. Tey koma skjótt út á Spotify, Itunes og Soundcloud. Benjamin hevur mixað og framleitt løgini, og Fred Ruddick hevur masterað, sigur Pætur Jákupsson, gittarspælari í Frank in a Phonebox.
Ambitiónir og mál
Spurdir um, hvørjar teirra ambitiónir við bólkinum upprunaliga vóru, svarar Pætur:
-Upprunaliga høvdu vit onga ítøkiliga ætlan við bólkinum, men vit høvdu allir vónir um at taka nøkur løg upp í studio “en skønne dag,” og at spæla so nógvar konsertir sum gjørligt.
Hetta hevur so sanniliga eisini eydnast. Frank in a Phonebox hevur nevniliga verið at hoyrt á fleiri festivalum kring landið, umframt til onnur tiltøk.
- Einki er betri enn ein væleydnað konsert, sigur Pætur við einum skálkabragdi.
Sangirnir, sum nýliga eru útgivnir, eita Buddy Bird, Fire to Your Home og Seen Before.
Feit riff og gandakendar hendingar undir sangskrivingini
Um sangskrivingina, sigur Pætur: Sangskriving gongur fyri seg upp á ymsar mátar. Onkuntíð hevur onkur ein heilan sang við heimanífrá til venjing ella bara okkurt saftigt riff, sum vit síðani smíða saman til ein sang. Aðrar ferðir hendir okkurt gandakent undir jamming session, sum so endar við at gerast ein heilur sangur.
Buddy Bird hevur serliga stuttligan uppruna
Serliga eru teir úr bólkinum spentir upp á afturboðan til sangin Buddy Bird, sum eisini hevur eina gandakenda søgu.
- Einaferð eitt leygarkvøld vóru vit heima hjá einum í bólkinum, og eftir nakrar øl fann hann brádliga íblástur til eitt lag (allarhelst í botninum í eini fløsku ;-) ). Vit høvdu onga serliga útgerð, men til alla lukku hevði ein eina trummu-beat- app á telefonini, sum vit settu til hátalararnar. Síðan settu vit eitt barna-keyboard upp, og brátt var fyrsta tilfarið til nýggjasta sangin, Buddy Bird, skrúvað saman. Dagin eftir í studio kom Hjalti við einari feitari sangmelodi. Síðan skrivaðu vit ein eitt sindur cheasy, men tó totalt kulan tekst til, sigur Pætur.
Íblásturin til tónleikin hjá Frankunum í telefonboksini kemur víða hvar. Trummumaskina, bíligt keyboard og akkustiskur gittari, so koyrir tað.
Niðanfyri er tann eitt sindur meira poppkendi, Buddy Bird.
Pætur kunnar meg eisini um, at eitt sjónbandalag allarhelst kemur til sangin seinni.
Fire to Your Home
Ein annar av nýggju sangum teirra er Fire to your Home. Hann varð útgivin á Facebooksíðu teirra 28. januar, har hann hevur fingið nógv "shares" við rósandi orðum.
Ein ógvuliga feitur sangur heldur yvirritaði!
Tann triðji sangurin er Seen Before.
Sangur við feitari gjøgnumgangandi rútmu og gittarspæli!
Frank in a Phonebox eru aktivir á Facebook. Á síðu teirra geva teir nýggjar sangir út, kunna um konsertir o.a. Vitja síðuna her.
Í kvøld, 11. feburar, spælir bólkurin niðri í Sirkus. Tað verður - hamrandi kul og ókeypis! - letur Pætur heilsa. So tað er bara at hyggja framvið kl. 21.00.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |