Brúgvin aftur seinkað

Brúgvin aftur seinkað
Brúgvin um Sandá, ið skuldi verða liðug um tvær vikur, verður ikki liðug rættstundis kortini. Atvoldin er ringa veðrið, sigur borgarstjórin
Brúgvin um Sandá verður ikki liðug til 29. februar, sum ætlanin annars var. Hetta er ikki fyrstu ferð, at arbeiðið er seinkað
Mynd: Teldugjørd mynd  
 
15.02.2016 - 12:35

Nógv seinkaða brúgvin um Sandá er aftur seinkað. Sambært seinastu avtaluni millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið J&K Petersen skuldi brúgvin vera liðug 29. februar.

Ringa veðrið er enn eina ferð grundin til, at arbeiðið er so nógv seinkað, sigur borgarstjórin við in.fo Tað er ógreitt, hvussu nógv seinkað brúgvin verður hesaferð.

SÍ EISINI Óvist nær brúgvin verður liðug

13. november í fjør gjørdi kommunan eina nýggja avtalu við byggifelagið. Men hendan dagfestingin heldur ikki.

Mikael Viderø, tekniskur stjóri, er ikki at hitta í dag. Sambært skrivaranum hjá honum verður eitt kunningarskriv sent út seinni í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974