Úrslitið á kommunuvalinum hevði verið øðrvísi

bannari
Úrslitið á kommunuvalinum hevði verið øðrvísi
Javnaðarflokkurin hevði ikki einsamallur fingið meiriluta í býráðnum í Havn, var hátturin at gera upp eftir valið í 2012 tann sami, ið nú er á veg
Var hátturin at gera upp eftir kommunuvalið í 2012 tann sami, sum nú er á veg, hevði Javnaðarflokkurin ikki einsamallur fingið meiriluta í býráðnum í Havn
 
26.02.2016 - 08:53

Javnaðarflokkurin hevði fingið seks, ikki sjey, býráðslimir. 13 fólk eru í býráðnum. Í staðin fyri hevði Sambandsflokkurin fingið tveir býráðslimir og ikki ein.

Í yvirliti, sum Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur kunngjørt, sæst, at fimm kommunustýri høvdu verið øðrvísi mannað í hesum valskeiðinum, um uppgerðarhátturin, sum landsstýrið nú ætlar at seta í gildi fyri kommunurnar, var komin longu í 2012, tá kommunuvalið var.

Í uppskotinum um nýggja kommunuvallóg, sum kemur í tingið í ár, verður mælt til, at uppgerðarhátturin verður tann sami sum í løgtingsvallógini.

SÍ EISINI Kommunuvallógin kanska broytt áðrenn valið

Hini fýra kommunustýrini, sum høvdu verið øðrvísi mannað um gjørt varð upp á sama hátt sum eftir løgtingsval, eru í Klaksvík, har Fólkaflokkurin hevði mist ein og Javnaðarflokkurin fingið ein afturat, og á Tvøroyri hevði Javnaðarflokkurin fingið ein afturat, sum listi K hevði mist.

Á Tvøroyri hevur listi C kortini longu meirilutan, fýra av sjey býráðslimum. Í Fuglafirði hevði listi B fingið ein frá lista D, og í Hvannasundi hevði listi A fingið allar fimm kommunustýrislimirnar, tí listi B hevði mist sín.

Landsstýrið ætlar, at broytingin skal vera komin í gildi fyri kommunuvalið 8. november í ár. Á heimasíðuni hjá heilsu- og innlendismálaráðnum, himr.fo, er frágreiðing um uppgerðarháttin við størsta brøki. Har er lógaruppskotið eisini, og hoyringarfreistin er til 4. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120