Arbeiðið ikki byrjað enn

bannari
Arbeiðið ikki byrjað enn
Politiska arbeiðið við stjórnarskipanini er framvegis ikki farið í gongd, hóast tað skuldi byrja í februar mánað
Politiska arbeiðið við stjórnarskipanini, ið skuldi fara í gongd seinast í februar, er ikki byrjað enn, upplýsir Løgmansskrivstovan
 
29.02.2016 - 13:08

Løgmaður, Aksel Vilhelmsson Johannesen, hevur annars sagt, at politiska arbeiðið við stjórnarskipanini skuldi fara í gongd seinast í hesum mánaðinum.

Í dag er 29. februar, seinasti dagur í mánaðinum, men politiska arbeiðið er ikki farið í gongd, verður sagt av Løgmansskrivstovuni.

Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipanina

Ætlanin er, at allir flokkar skulu vera við í arbeiðinum. Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu komandi ár um eina føroyska stjórnarskipan, staðfestir samgonguskjalið.

Í samgonguskjalinum stendur, at ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum.

Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086