Mótmæla ætlanini at varðveita tunnilsgjøldini

Mótmæla ætlanini at varðveita tunnilsgjøldini
Nú verður skipað fyri fundum at mótmæla ætlanini hjá landsstýrismanninum at varðveita gjaldstøðirnar í teimum báðum undirsjóvatunlunum
 
15.03.2016 - 13:32

Sambandsfeløgini í Norðoyggjum og í Vágum skipa fyri, og fundurin hjá Norðoya Sambandfelag verður í Klaksvík hóskvøldið.

Hóast lánið í Vágatunlinum er um at vera goldið, hevur landsstýrismaðurin givið nevndini í Vágatunlinum boð um, at felagið framvegis skal reka tunnilin og taka bummgjald.

Viðlíkahaldið er kostnaðarmikið

Tað er framvegis ein spurningur, hvussu lógin um undirsjóvartunlarnar skal tulkast, og um feløgini, sum reka tunlarnar eisini skulu gjalda tann partin av kostnaðinum, sum Løgtingið hevur sett í.

Henrik Old vísir haraftrat á, at tað kann gerast trupult at útvega nóg mikið av peningi til at viðlíkahalda Vágatunnilin, um hann verður partur av landsvegakervinum.

Norðoya Sambandsfelag, sigur, at tað er fullkomiliga burturvið, at landsstýrið skal víkja frá upprunaligu ætlanini, sum var, at bummgjaldið skuldi brúkast til at gjalda lánini í Vága- og Norðoyatunlinum.

SÍ EISINI Felagið skal framvegis reka Vágatunnilin

Tað er óseriøst og meiningsleyst, at tey, sum eru bundin av at brúka undirsjóvartunlarnar, skulu fíggja henda partin av vegakervinum einsamøll.

Tað er eitt krav, at allir borgarar í landinum rinda fyri landsvegakervið, sigur Norðoya Sambandsfelag.

Fundurin hjá Vága Sambandsfelag um gjaldið í undirsjóvartunlunum verður í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980