Hanna og Jenis eru bæði samd og ósamd

Hanna og Jenis eru bæði samd og ósamd
Hanna Jensen og Jenis av Rana eru virkin í samkomuhøpi, men púra ósamd um hjúnabandslógina og tær broytingar, ið eru upp á tal
Kenneth Jørgensen
Hanna Jensen sigur farvæl, áðrenn hon fer til Havnar
17.03.2016 - 19:52

Hanna Jensen úr Framsókn og Jenis av Rana úr Miðflokkinum eru bæði virkin í samkomuhøpi, men í spurninginum um at loyva samkyndum pørum at giftast borgarliga eru tey í hvør sínum parti. Hanna er fyri og Jenis ímóti.  

Hanna Jensen legði sjálv fjórða uppskotið fyri Løgtingið, og fyri hana hevur tað havt avleiðingar. Henni er noktað at vera virkin í samkomuni í Filadelfia í Gøtu.

Vit fylgdu báðum politikarunum gjøgnum dagin í gjár, tá 2. viðgerð var í Løgtinginum av hjúnabandslógini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714