Ísland: Javnstøða - eisini fyri menn

Ísland: Javnstøða - eisini fyri menn
Mikudagin skuldi nevnd veljast til Tryggingarfelagið Vís. Men valið varð avlýst, orsakað av umstríddu javnstøðulógini í Íslandi
Tilvildarliga vald mynd
 
19.03.2016 - 15:34

Men tað serliga í hesum førinum var, at ov fáir menn vóru uppstillaðir til nevndina.

Undan aðalfundinum bjóðaðu fýra kvinnur og tríggir menn seg fram. 

Men sum fundurin leið, tóku tveir menn seg av listanum aftur. - Sostatt stóðu fýra kvinnur og ein maður fyri vali. 

Í mesta lagið 60 prosent

Og tað er ikki loyvt, sambært íslendsku javnstøðulógini, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. Hvørki menn ella kvinnur kunnu verða í meiriluta meira enn 60 prosent av eini nevnd í einum felagi.

Í hesum førinum merkir tað lutfallið trý-til-tvey.

Avbjóðing

Funnist hevur verið at lógini í ávísum umhvørvum, tí hon ger tað truplari at reka eitt felag. Men lógin var sett í verk fyri at bróta niður múrin fyri kvinnur.

Javnstøðulógin hevur elvt til nógvar trupulleikar í feløgum, har menn ráða, men í hesum førinum var so talan um øvutan trupulleika.

Nýggjur aðalfundur er lýstur at verða um fýra vikur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541