Kommunan vil hava arbeiðið steðgað

Kommunan vil hava arbeiðið steðgað
Tórshavnar Kommuna heldur, arbeiðið við vegaføringini til Eysturoyartunnilin á Hvítanesi skal steðga til kommunan og landið eru samd
Tórshavnar kommuna vil hava arbeiðið hjá tunnilsfelagnum norðan fyri Hvítanes steðgað, til kommunan og landið eru vorðin samd um, hvar vegaføringin endaliga skal vera
 
22.03.2016 - 08:04

Tórshavnar kommuna vil hava arbeiðið hjá tunnilsfelagnum norðan fyri Hvítanes steðgað, til kommunan og landið eru vorðin samd um, hvar vegaføringin endaliga skal vera.

Av tí at farið er undir vegarbeiðið norðan fyri Hvitanesvegin, hóast kommunan og landið framvegis ikki eru komin ásamt um, hvar vegføringin endaliga skal vera, heldur kommunan, at tað verður enn truplari at finna eina semju um linjuføring av tunnilsvegnum og atkomuvegnum til Havnar.

SÍ EISINI Ikki hoyrd um innkomuveg

Tað skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í brævi, sum hann sendi landsstýrismanninum í samferðslumálum í gjár.

Kommunan vísir í brævinum eisini á, at borgarar hava kært um staösetingina av linjuføringini av vegatrekkinum millum ætlaða tunnilsmunna og landsvegin.

Tórshavnar Kommuna heitir tí staðiliga á landsstyrismannin í samferðslumálum um at steðga á við arbeiðinum, til ein loysn er funnin á málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179