Óvist um hann tekur undir við uppskotinum

Óvist um hann tekur undir við uppskotinum
Kristin Michelsen vil framvegis ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um uppboðssølu
 
29.03.2016 - 11:31

Hósdagin fer Løgtingið at hava aðru viðerð av uppskotinum um at selja part av uppsjóvarkvotunum og kvotuni í Barentshavinum á uppboðssølu.

Øll samgongufólk hava ikki verið so fegin um uppboðssøluna. Ivasamt hevur verið, um undirtøka var í samgonguni.

Ongar viðmerkingar í løtuni

Millum annað hevur verið ivasamt, um Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, og borgarstjóri á Tvøroyri, fer at taka undir við uppskotinum.

Kristin Michelsen vil í dag ikki gera viðmerkingar til, um hann fer at taka undir við uppskotinum hósdagin. Fyri páskir segði Kristin Michelsen, at hann fór at brúka páskafrítíðina til at lesa uppskotið.

Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, vil í dag ikki gera viðmerkingar til málið ella siga, um hann fer at atkvøða fyri uppskotinum til aðru viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025