Allir føroyingar skulu hava talgilda undirskrift

Allir føroyingar skulu hava talgilda undirskrift
Millum størstu raðfestingar í 2017 er verkætlanin Talgilding Føroya
 
03.04.2016 - 15:33

Í 2017 skulu allir føroyingar hava eina talgilda undirskrift. Tað kemur fram í játtanarkørmunum, sum vórðu lagdir fram í vikuni.

Millum størstu raðfestingar í 2017 er verkætlanin Talgilding Føroya, ið fer at geva øllum føroyingum møguleika fyri at avgreiða øll síni formligu viðurskifti við talgildum loysnum.

Fyrsta stig er at fáa framdan eina føroyska talgilda undirskrift/talgildan samleika, stendur í búskaparfrágreiðingini, ið kom út saman við játtanarkørmunun.

Talgildingin fer at hava við sær rationaliseringar í umsitingini, tí sambært uppskotinum fer talgildinggin sum heild at nútíðargera og rationalisera umsiting og tænastur í samfelagnum og gera Føroyar kappingarførar, tá ið tað ræður um talgilt undirstøðukervi.

Eftir ætlan skal talgilda undirskriftin verða tøk hjá øllum føroyingum í 2017.

20 milliónir krónur eru settar av til hetta í 2017. Í 2015-2016 hava føroysku peningastovnarnir játtað at seta níggju milliónir krónur í verkætlanina Talgildu Føroyar, kemur fram í búskaparfrágreiðingin, ið liggur saman við játtanarkørmunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044