Ikki sjálvstøðugan limaskip í bræði

18.04.2016 - 13:35
ÍtrótturSvimjing
Ikki sjálvstøðugan limaskip í bræði
Eingi útlit eru til, at føroysku svimjararnir sleppa at umboða Føroyar á Olympisku leikunum í bræði. Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður

ÍSF hevur í løtuni samráðingarvið altjóða olympisku nevndina um føroyskan limaskap, men talan er um eitt trupult mál, sum kann draga út. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, og verji hjá ítróttinum.

Føroyskur limaskapur í altjóða olympisku nevndini er aftur komin á breddan, nú føroyskir svimjarar hava staðið seg so mikið væl til Danish Open kappingina um vikuskiftið, at svimjarin Óli Mortensen kláraði kravtíðina til OL í 400 metrum frí, men ikki sleppur at vera við, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í IOC.

Fyri einum ári síðani var táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, á fundi við Thomas Bach, forseta í Altjóða Olympisku Nevndini, um møguleikan fyri at ganga føroysku umsóknini um limaskap frá 1984 á møti. Arbeitt verður framhaldandi við málinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444