Halda seg hava tamarhald á eftirlitinum

Halda seg hava tamarhald á eftirlitinum
Tórshavnar Kommuna heldur seg hava tamarhald á eftirlitinum við, hvussu bøndur spræna mykju í kommununi, hóast onnur vísa á júst tað øvuta
 
19.04.2016 - 11:26

Tamarhald er á eftirlitinum við, hvussu bøndur spræna mykju í Tórshavna Kommunu. Tað heldur í øllum førum Tórshavnar Kommuna sjálv.

Tí vil Mikael Viderø, tekniskur stjóri, ikki gera samrøðu við útvarpið um, hvussu kommunan ætlar at hava eftirlit við trimum bøndum, sum hava fingið undantaksloyvi frá Umhvørvisstovuni at spræna mykju omanfyri 250 metra hædd.

Herfyri kom annars undan kavi, at Tórshavnar Kommuna í fleiri førum hevur svikið sína eftirlitsskyldu við bøndum, sum spræna mykju.

SÍ EISINI Bróta lógina um taðing

Millum annað í Havnadali, har mykjað í fleiri førum hevur flotið omaná í Sandá og í Sandágerði, hóast tað er bannað at spræna í áir.

Eisini myndir úr Kollafirði, av Norðadalsskarði og úr Kaldbaksbotni vísa, hvussu bøndur hava sprænt ólógliga í Tórshavnar Kommunu.

- Kommunan hevur skyldu til at hava eygu við, at hesar reglurnar verða virdar og respekteraðar. Tað er nógv, sum týðir uppá, at kommunurnar ikki røkja sína skyldu sum eftirlitsmyndugleiki.

SÍ EISINI Kommunur svíkja

Tað var niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum, advokati, eftir at sjónvarpið 15. mars hevði víst honum myndirnar av ólógligari mykjuspæring, millum annað fleiristaðni i Tórshavnar Kommunu.

Súni Petersen á Umhvørvisstovuni, sum í síðstu viku gav undantaksloyvi til taðing omanfyri 250 metra hædd í Tórshavnar Kommunu, viðgekk mikudagin, at eftirlitið hjá kommunum er ikki nóg gott og at hann hevur tosað við Tórshavnar Kommunu um trupulleikan.

Vísa á vantandi eftirlit

Kringvarpið hevur í fleiri førum spurt seg fyri, hvussu Tórshavnar Kommuna fer at hava eftirlit við bøndunum, ið nú hava undantaksloyvi.

Í skrivligum svari, sigur Mikael Viderø, at kommunan koyrir runt og hyggur um taðað verður sambært ætlanum. Hann metir tí ikki, at grundarlag er fyri samrøðu við útvarpið.

Hetta hóast Kringvarpið, ein advokatur og Umhvørvisstovan hava víst á, at Tórshavnar Kommuna ikki hevur røkt sítt eftirlit við bøndum, sum spræna mykju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097