Kommunan fær Handilsskúlan

Kommunan fær Handilsskúlan
Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið gera makaskifti. Landið fær partin, sum kommunan eigur í Læraraskúlanum og Venjingarskúlanum
 
20.04.2016 - 12:51

Tórshavnar kommuna fær handilsskúlan í Marknagili og trý hús við skúlastovum, sum standa við Handilsskúlan. 

Mentamálaráðið fær tey 40 prosentini, sum Tórshavnar kommuna eigur í Læraraskúlanum, Venjingarskúlanum og vøllinum sunnan fyri skúlarnar. 

Harafturat fær Mentamálaráðið niðastu lonina í Venjingarskúlanum, lonina, sum er granni hjá Fimleikarhøllini. Hana eigur Tórshavnar kommuna nú alla sum hon er.

Og kommunan fær aftur stykkið, sum hon fyri einum mannaminni síðani ella so gav Fróðskaparsetrinum at byggja á. 

Stykkið er niðan fyri vallaraheimið Kerjalon við Hotel Føroyar.

Einmælt samtykt

Býráðið í Havn samtykti einmælt makaskiftið í gjárkvøldið.

Mentamálaráðið má leggja makaskiftið fyri løgtingið til góðkenningar.

Makaskiftið er gjørt í sambandi við, at Tórshavnar kommuna byggir skúlan á Fløtum. 

Samstundis gjørdu kommunan og Fróðskaparsetrið í november í fjør samstarvsavtalu um lestrarbýling, kampus, á Frælsinum og á Debesartrøð. 

Býráðið hevur ikki avgjørt enn, hvat kommunan skal brúka Handilsskúlan til. Men eitt boð er at brúka hann til Nám X. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162