Sjúklingurin skal setast í miðdepilin

27.04.2016 - 13:00
Lívsstílur
Sjúklingurin skal setast í miðdepilin
- Tað vísir seg, at sjúklingar ov ofta kenna seg sleptar upp á fjall, og tað vilja vit nú broyta, sigur Tormóður Stórá

Nú skulu sjúkrarøktarfrøðingar og læknar á sjúkrahúsunum í Føroyum og onnur, sum arbeida á heilsu og almannaøkinum, blíva betri til at samstarva, hóast tey arbeiða á ymiskum deildum og hava ymiskar førleikar.

 

Harafturat skulu tey eisini læra at inndraga sjúklingin í nógv størri mun enn nú - sjúklingurin skal eisini takast við upp á ráð, tá eitt nú viðgerðarhættir skulu finnast.

 

Næstu mánaðirnar fer ein partur av starvsfólkunum, sum arbeiða á sjúkrahúsunum í Føroyum, men eisini onnur, sum arbeida á heilsu- og almannaøkinum taka eitt slag av endurútbúgving, sum eitur IPLS - interpersonell læring og samstarv.

 

Endamálið er, at teir ymisku fakbólkarnir skulu duga betur at samstarva og seta sjúklingin í miðdepilin.

 

- Tað vísir seg, at sjúklingar ov ofta kenna seg sleptar upp á fjall. Teir føla, at avgerðir um eitt nú viðgerðir verða tiknar uttan at teir sjálvir verða spurdir um hetta, og harafturat siga sjúklingar ofta, at tað er ov lítið samstarv millum teir ymisku geirarnar á heilsu- og almannaøkinum, sigur Tormóður Stórá, sum er leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444