Eingin ítøkilig loysn fyri økið í Hoydølum

Eingin ítøkilig loysn fyri økið í Hoydølum
Miðast skal eftir varðandi loysn fyri økið í Hoydølum, tá Studentaskúlin flytir út - og inn í Glasir
 
27.04.2016 - 17:05

Tað kemur fram í svarinum frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum, til Heðin Mortensen, tingmann, sum spurdi, um landsstýriskvinnan hevur nakrar ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu bygda økið og lendið í Hoydølum skulu verða nýtt, tá Studentaskúlin og HF-skeiðið eru flutt út og av økinum?

Í svarinum, sigur Rigmor Dam, at miðast skal eftir ítøkiligari loyns, og at umráðandi er, at gjøgnumhugsað og ítøkilig ætlan verður gjørd fyri framtíðar virksemi á staðnum. 

Sjálv heldur landsstýriskvinnan, tað vera gylt høvi at skipa fyri hugskotskapping, har øll hava møguleika at koma við hugskotum og íløguætlanum.

Men landsstýriskvinnan sigur einki um, hvørjar ítøkiligar ætlarnir eru fyri økið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952