Skógareldur setur kanadiskan bý í undantaksstøðu

Skógareldur setur kanadiskan bý í undantaksstøðu
Eldurin breiðir seg skjótt, og 80.000 fólk eru flutt úr Fort McFurry í landspartinum Alberta
 
07.05.2016 - 09:20

Býurin Fort McFurray í landspartinum Alberta har vesturi í Kanada er lýstur í undantaksstøðu eftir skógareldin, sum kyknaði týsdagin.

Eldurin breiðir seg skjótt, og 80.000 fólk eru flutt burtur úr býnum. 

Sløkkiliðini hava ikki tamarhald á eldinum, sum seinasta samdøgrið er vorðin tvífalt so stórur. Økið, sum eldur er í, er á stødd við býin New York.

1000 fólk og 150 tyrlur royna at sløkkja

1000 sløkkiliðsfólk royna at basa eldinum, og 150 tyrlur eru eisini við í sløkkiarbeiðnum. 

Stjórnin í landspartinum Alberta hevur sett 100 milliónir dollarar av til at flyta fólk burtur.

Tað hevur ikki regnað í Fort McFurry í tveir mánaðir, og skógurin er vorðin skróturrur, men sambært veðurmonnunum fer at regna fyrsta dagin.

Í Alberta eru stórar oljugoymslur. Vandi hevur verið fyri, at eldurin fór at breiða seg til tvær goymslur. 10 aðrar hava latið aftur fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688